Skive tryggjaði sær um vikuskiftið uppflyting til donsku 2. deild. Skive spældi ímóti Randers í Danmarksseriuni og vann 3-2. Fyrsta málið í dystinum gjørdi Christian Lundberg, sum nú fer til Klaksvíkar at spæla við KÍ restina av kappingárinum. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Skive, og tað var nóg mikið til at tryggja teimum uppflytingina. John Petersen spældi eisini við hjá Skive. Hann byrjaði inn og spældi til ein hálvur tími var eftir at spæla.