Skitsofrenur Javnaðarflokkur

Oddagrein:

Helst mundu fleiri trúgv javnaðarfólk anda lættan, tá formaður Javnaðarfloksins á tingi, John Johannessen, á sjónvarpsskíggjanum í gjárkvøldið púra greitt afturvísti, at Javnaðarflokkurin hevur nakað sum helst við uppskotini um at hækka pensjónsaldurin, at mótrokna í pensjónum og onnur uppskot, sum hava verið frammi seinastu tíðina, at gera. Uppskot, sum í stóran mun skerja gerandisdagin hjá veikasta samfelagsbólkinum, sum vit hava víst á fleiri ferðir á hesum stað.

 

Var hetta nú veruleikin, sum John Johannessen borðreiddi við í Degi og Viku? Um so er, so er veljarakanningin hjá Fynd helst gjørd á púra skeivum grundarlag – og so hevur Javnaðarflokkurin ikki fortjent tann lemjandi kritikkin, sum nú heglar yvir flokkin – og so hevur Jóannes Eidesgaard eisini rætt, tá hann sigur, at Javnaðarflokkurin er dumpaður í marknaðarføring, tí hann dugir ikki so væl at »selja seg« sum til dømis Sambandsflokkurin.

 

Hyggja vit í ólavsøkupakkan hjá landsstýrinum, sum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og formaður Javnaðarfloksins, legði fram, so stendur har, at pensjónistar ikki longur skulu fáa sjúkradagpengar, at mótroknast skal við 25% frá fyrstu krónu hjá fyritíðarpensjónistum. Har stendur eisini, at vit skulu hava eina pensjónsnýskipan, sum fer at lækka útreiðslur til almennar eftirlønir – og dentur verður lagdur á, at talið av eldri fólkum um nøkur fá ár fer at økjast.

 

Hvussu kann formaður floksins á tingi tá koma og siga, at Javnaðarflokkurin hevur lammað nevan í borðið og hevur víst hesum aftur, tá sjálvur floksformaðurin leggur hetta fram? At veljarin er ørkymlaður – og at trúgvu stuðlar floksins ressast við – er als ikki løgið, tí kann høgra ikki vita, hvat vinstra ger, ella hvat?

 

At tað eru embætisfólk, sum hava gjørt eitt álit, tað er so tað. Men tað er so á onkran hátt tikið við í politikkin hjá landsstýrinum, og tí kann Javnaðarflokkurin ikki skáka sær undan. Vit kunnu hóskandi seta spurningin, hví Javnaðarflokkurin ikki skiftir kós. Um kósin ikki kann haldast í einum borgarligum landsstýri, so er bara at stinga í sekkin.

 

Hendan hóttanin um eldrabylgjuna tykist heldur ikki logisk. Ongantíð áður hava búð so nógv fólk í Føroyum, sum nú. Vit vita eisini, at burðartalið í Føroyum er av tí hægsta í øllum Evropa. Hugsa vit um stóru fráflytingina, so kann hon gera, at fólktatalið stendur í stað ella kanska minkar. Men hví so ikki gera nakað við tað? Hví kann Javnaðarflokkurin ikki bróta upp um ermar og koma við uppskotum um, hvussu vit fáa faklærd fólk at flyta heimaaftur, hvussu vit kunnu fáa allar tær túsundtals føroysku kvinnurnar, sum til dømis arbeiða sum sjúkrasystrar, lærarar, pedagogar o. a. í Danmark at flyta heim við sínum børnum? Tað hevði í øllum førum ført til økt fólkatal, sum aftur førdi til, at vit vóru fleiri um at bera byrðarnar av teimum eldru, sum so lutvíst gjørdust færri.

 

Skitsofrena Javnaðarflokkinum vantar visjónir.