Nú leygardagin 9. apríl verður aftur mannfólkarenning. Renningin er úti við Sandá í Tórshavn. Tað eru Wenzel og Hvirlan sum skipa fyri tiltakinum. Mannfólkarenningin er ein heldur serlig renning, har ið tú rennur tvørtur um Sandá einar tvær ferðir, tú rennir á sandinum, klatrar eitt sindur í bakkanum í Sandágerði, og rennur annars á gøtunum runt hugnaliga umhvørvið við Sandá.
Tú verður skitin og tú verður vátur, og tú kanst kalla teg rættan mann, tá tú kemur um málstrikuna, skriva fyriskiparirnir á heimasíðuni Hvirlan.fo.
Talan er bæði um kapping fyri einstaklingar, men eisini til lið. Mannfólkarenningin er gott høvi hjá vinmonnum, arbeiðsplássum, ítróttafólki og øllum møguligum øðrum monnum at dyrka seg sjálvar, og ikki minst, bjóða øðrum av sum einstaklingur ella sum lið.
Runnið verður í trimum bólkum
- Ungir menn (f. 1971 ella seinni)
- Vaksnir menn (f. 1961-1970)
- Royndir menn (f. 1960 ella fyrr)
Byrjað verður at renna klokkan 13.00. Møtt verður við bilsøluna hjá Wenzel. Tilmeldingin, fer fram á netinum, á Hvirlan.fo ella á heimasíðuni. Tilmeldingin kann eisini fara fram við bilsøluna hjá Wenzel millum klokkan 11.00-13.00.
Øll sum renna eru við í lutakastinum um ein kajakktúr og ein GPS'ara.
Meiri kunning um renningina er at finna á heimasíðuni.










