Tónleikabólkurin Steso, sum sjálvir meta seg vera ein undirgrundsbólkur, hevur givið eitt nýtt lag út. Lagið kallast Mjørkabarn og er tað Rebekka Petersen, ið syngur saman við bólkinum.
- Við sermerktu røddini hjá Rebekku Petersen, djúpa bassinum hjá Rólant av Reyni, melodiska guitarinum hjá Hergeir Staksberg og góðum kryddi frá Christopher Juul, hevur Steso hesaferð fingið eitt meira skitið og ópolerað ljóð , men vit hoyra enn tað eyðkenda vakra, sárbæra og longsulin í tónleikinum, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.










