Skitið á Havnarvág

Aftur í gjár sá rættiliga illa út á Havnarvág

Tað eru helst oljurestir frá russum, og so hevur tað eisini við Bacalao at gera, sum hevur við sær, at Havnarvág sær illa úr fyri tíðina sambært borgarstjóranum.

- Tað hevur verið stilli so leingi, og nú byrjar alt at savna seg, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.


Skammast

Hann leggur afturat, at hann skammast av skilinum.

- Vit royna at selja fisk úr reinasta havi, men tað sum ferðafólk síggja, er bestemt ikki reinasta hav. Hetta er guff fyri ferðafólk við myndatólum, og vit vita akkurát, hvar myndirnar fara, sigur borgarstjórin.

Tað, sum hann kundi hugsað sær, var at kommunan fekk heimild at geva bøtur og halda skipum aftur.

- Eg vóni, at vit fáa nakrar heimildir, tí hetta er ikki nakað mann kann bjóða fólki, sigur Heðin Mortensen.