Skitið drekkivatn í Havn

Í gjár vórðu 10 vatnroyndir tiknar á ymsum støðum í Havn. Í tveimum støðum vóru bakteriur staðfestar.

 

Hesi støð vóru Kommansmýra og niðasti partur av Varðagøtu. Mælt verður tí fólki í hesum býarpørtum til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.

 

Í Varðagøtu vóru 1 koliform og 1 e-coli bakteria. Á Kommansmýru vóru 39 koliformar og 2 e-coli bakteriur. Talan er um bakteriur pr. 100 ml av vatni. Tað er serliga e-coli bakterian, sum kann vera vandamikil.

 

Kommunan skolar vatnleiðingarnar út í hesum støðum og umsýn verður tikið seinni í dag. Úrslitið frá hesum umsýni er tøkt í morgin fyrrapart og kunnað verður á miðdegi í morgin.

 

Kortið omanfyri vísir, hvar vatnið er dálkað.