Sendinetið hjá føroysku loftmiðlunum er ikki í nóg góðum standi. Tað vita føroyingar. Og tað hevur Netnevndin undir Vinnumálaráðnum so alment staðfest í frágreiðingini um útvarps- og sjónvarpssendinetið, sum latið varð Vinnumálaráðnum herfyri.
Umframt at Netnevndin mælir til at leggja alt málið undir Mentamálaráðið, og at raksturin verður boðin út, eru ikki tær stóru kolveltingarnar at hóma í frágreiðingini.
»Netnevndin mælir til, at rakstrarstaðið fyr útvarps- og sjónvarpssendinetið verður flutt frá landsstýrismanninum í vinnumálum til lansstýrismannin í mentamálum, og at Kringvarpslógin samsvarandi hesum verður broytt, so veitingarskyldan verður løgd til landsstýrismannin í mentamálum. Hetta ber í sær, at játtanin verður flutt til Mentamálaráðið, og at skipað verður eitt rakstrarstað (deild, almennur stovnur, partafelag e.a.). Rakstrarstaðið skal yvirtaka allar ognir í samband við sendinetið, t.v.s. samognir, mastrar, sendiútgerð og MB støðina í Akrabergi«, stendur í frágreiðingini frá Netnevndini.
Men hóast Netnevndin heldur, at tað almenna skal eiga sendinetið, heldur hon ikki, at tað er so alneyðugt, at tað almenna eisini rekur netið. Sagt verður soleiðis í frágreiðingini:
»Mælt verður til, at raksturin verður boðin út til tess at tryggja skynsamiligar íløgur og bíligan rakstur. Raksturin eigur at verða boðin út við hóskandi millumbili.«
Hóligar orðingar
Nevndin mælir í hóligum orðingum til, at sendinetið verður dagført, soleiðis at vit ikki knappliga ein dag aftur standa við tí trupulleikanum, at sendarin knappliga tagnar.
Eisini mælir nevndin til, at sendinetið verður útbygt soleiðis, at tað hoyrist um alt landið.
Staðfest verður fleiri ferðir í frágreiðingini, at sendinetið røkkur ikki øllum bygdum, og langt frá øllum vegastrekkjum í landinum. Tann, sum uttan annan kunnleika til støðuna, lesur frágreiðingina, kann bara koma til ta niðurstøðu, at hetta hevur verið ov lágt raðfest seinnu árini.
Sagt verður soleiðis í samandrátitnum av brotinum um sendinet Útvarpsins:
»Hesi seinastu 20 árini eru bert smávegis útbyggingar gjørdar fyri at dekka einstakar smáar bygdir við FM signali. Framvegis eru fleiri bústaðarøki og serliga partar av samferðslukervinum, sum ikki hava nøktandi FM dekning.
Tí verður mælt til, at farið verður undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at dagføra og útbyggja FM-netið, so tað lýkur nútíðar krøv.«
Netnevndin sigur víðari í frágreiðingini, at hon mælir til at útbyggja netið, so tað dekkar øll íbúðarøki og meginpartin av vegakervinum í landinum.
Men tað eru ikki bara FM viðurskiftini, sum verða umrødd. Millumbylgjustøðin í Akrabyrgi fær eisini sín part. Og har stendur einki til soleiðis, skilst á frágreiðingini.
Sagt verður í frágreiðingini at Føroya Tele:
»......hevur boðað frá, at felagið ikki longur kann veita trygd fyri, rakstrinum av MB-støðini (millumbylgjustøðini blðm.) í Akrabyrgi. Støðin er 15 ára gomul, og hava hvørki bygningar ella sendiútgerðin fingið neyðuga viðlíkahaldið. Tá støðin varð sett upp, varð ein rímilig íløga gjørd í eykalutagoymslu, men í dag eru sambært FT ( Føroya Tele, blðm.) eingir eykalutir eftir á goymslu.«
Sama skilið
Sama skilið er við sjónvarpsendinetinum. Klagur koma frá hyggjarum, sum ikki halda seg fáa nóg gott signal frá Sjónvarpinum. Og summastaðni er tað so veikt, at tektsvarpið ikki riggar. Býlingar eru í ávísum bygdum, ið als ikki síggja Sjónvarp ella síggja sera illa, sigur Netnevndin í frágreiðingini.
Og so kemur dómurin yvir sendaran:
»Høvuðssendarin á Húsareyni er 24 ára gamal. Netið er bygt sum stjørnunet, og tað merkir, at sløknar høvuðssendarin, so liggur alt netið lamið. FT metir leysliga, at samlaði kostnaðurin av at endurnýggja høvuðssendaran og umsetararnar er millum 8 og 9 mió. kr.«
Hóast Netnevndin mælir til at útbyggja verandi sendinet, er ymiskt, sum bendir á, at hon einki serligt álit hevur á hesum gamla, analoga sendinetinum og mælir til, at alt verður digitalt. Tað merkir fyri vanliga brúkaran millum annað, at hann verður noyddur at ogna sær eina móttøkuboks, sum umsetir digitala signalið. Ein slík boks varð í 2004 mett at kosta umleið 750,- krónur.
Tó eitt er, sum Netnevndin metir vera í lagi. Tað er tænastan, Útvarpið hevur til útisetar, sum kunnu hoyra Útvarp Føroya um Netvarpið og aðrar tænastur.