Skipsverkfrøðingur kolldømir fleiri skip hjá Strandferðsluni

Fleiri av skipunum er so gomul og illa farin, at tey eru óhóskandi at sigla við.

 

Tað staðfestur skipsverkfrøðingurin, Knud E. Hansen, sum hevur gjørt eina støðumeting av flotanum hjá Strandferðsluni.

 

Sostatt er brúk fyri at endurnýggja fleiri skip hjá Strandferðsluni, so tey kunnu nøkta ferðafólka- og farmaflutningin, sum lógin sigur, at stovnurin hevur skyldu til at røkja, sigur Strandferðslan í nýggja blaði sínum, Á Ferð, sum kom í gjár.

 

Summi skip eru so gomul, at ábøtur eru neyðugar longu nú, men ein annar trupulleiki er, at um summarið, tá ið nógv ferðafólk er, eru skipini ov lítil.

 

 – Skal tørvurin verða nøktaður um summarið, krevjast eitt, ella fleiri, skip aftrat teimum, sum longu eru í flotanum, sigur Strandferðslan.

 

Eitt av skipunum, sum Knud E. Hansen kolldømir, er Ternan, sum er farin at tærast.

 

– Orsakað av herdum krøvum, og umbyggingum, er Ternan nú so tung,  at hon hevur bara loyvi til at tveir tungar bilar. Ferðafólkarúmini eru ótíðarhóskandi og  manningarrúm eru tey enn undir dekki og myrk.

 

– Ein annar trupulleiki er, at Ternan er so gomul, at fer okkurt, er tað bæði ringt, og dýrt, at skaffa eykalutir, tí teir verða ikki gjørdir longur.

 

Strandferðslan sigur, at um summarið er Ternan so lítil, at bólkar sleppa ikki við, tá ið teir ætla, og um veturin er hon ov stór, tí tá eru so fá ferðafólk.

 

Eisini Sam fær stemplið á seg sum eitt ótíðarhóskandi skip til ferðafólk. Serliga verður funnist at, at rørslutarnað ongar møguleikar hava at ferðast við Sam.

 

Annars er støðan tann sama hjá Sam, sum við Ternuni, at hann er ov lítil um summarið og ov stórur um veturin

 

Ritan fær sama skoðsmál, og hon er eisini farin at tærast. Men eisini við Rituni er tað vónleyst hjá rørslutarnaðum at ferðast.

 

Sildberin verður mettur at vera góður at ferðast við, men hann lastar ikki meira enn eitt tons, og manningin hevur sera vánaligar umstøður umborð.

 

Besta skoðsmálið frá Knud E Hansen, fær Smyril, sum er eitt sera gott skip, men tað er eisini Knud E Hansen sjálvur, sum hevur teknað hann. Men eisini Teistin fær góð skoðsmál sum ferðafólkaskip.