Frá 1. juli í ár skulu fólk, sum eru vitni til eitt óhapp ella eina vanlukku á sjónum, svara spurningum frá einari serligari skaðanevnd. Sama dag fara sjófrágreiðingarnar, sum vit kenna, í søguna, og somu lagnu fáa tey seks eftirlitsstørvini í norsku sjóvinnuni.
Spurningurin um at skipa eina skaðanevnd til óhapp og vanlukkur á sjónum hevur verið til umrøðu í Noregi í mong ár, og aftan á drúgva viðgerð, hoyringar og politiskt orðaskifti er klárt at seta nýggju skipanina í verk tann 1. juli í ár. Frá tí degi fáa óhapp og vanlukkur á sjónum viðgerð eftir sama leisti, sum flogvanlukkur og tokvanlukkur fáa í dag.
Formaðurin í nýggju skaðanevndini fyri tilburðir á sjónum, William Bertheussen, sigur við NTB, at tann nýggja skipanin verður ein fyrimunur fyri vitnini, tí nú fáa tey frið til at siga tað, sum tey vita. Tað verður eisini ein fyrimunur fyri nevndina, tí tað verður lættari at fáa tað týdningarmesta fram, sigur hann.
- Høvuðsuppgávan hjá nevndini verður at staðfesta, hví eitt óhapp ella ein vanlukka er hend, so vit kunnu læra av tí og fyribyrgja, at tað hendir aftur, sigur William Bertheussen.
Nýggja skaðanevndin skal kanna tilburðir við ferðamannaskipum og aðrar skipsvanlukkur ella -óhapp, har fólk fáa skaða.
Nevndin hevur enki við tann revsirættarliga partin av gera, tí ta uppgávuna fær tann nýggja sjóferðsluløgreglan, sum hevur heimstað í Stavanger. Hon verður skipað í fleiri deildum ella eindum, og skipanin líkist tí, sum er galdandi fyri óhapp ella vanlukkur í oljuvinnuni.









