Skipsvanlukka á Volga

Higartil eru tvey fólk funnin deyð, eftir at eitt skip við ferðafólki holvdist og sakk á ánni Volga í Russlandi fyrrapartin. Russiska bjargingartænastan sigur, at 55 fólk eru bjargað á lívi, men at 96 eru ikki komin afturíaftur. Tíðindastovan Rianovosti skrivar, at 140 ferðafólk vóru umborð umframt manningina, sum taldi 30.

Rianovosti skrivar, at ein tyrla og fleiri bjargingarbátar leita eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur.

Vanlukkumyndugleikarnir í Moskva siga, at skipið sakk klokkan átta í morgun okkara tíð nærhendis bygdini Syukeyevo, sum í lýðveldinum Tatarstan.