Skipsvanlukka kravt 46 mannalív

46 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, eftir at eitt suðurkoreanskt herskip sakk tætt við norðurkoreanska markið. 104 fólk vóru við skipinum, tá tað sakk, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at tey 46 eru deyð.

Tað er ikki greitt, hví herskipið sakk. Tíðindastovan Yonhap skrivar, at ein hørð spreinging var har afturi í skipinum, men tað hava myndugleikarnir ikki váttað.

Myndugleikarnir í Suðurkorea hava harafturímóti avsannað gitingar um, at norðurkoreanar søktu skipið.