Skipsmanning svøltar seg

Í fimm mánaðir hevur manningin á norska fiskiskipinum "Kempo" ikki fingið løn, og nú er manningin farin at svølta seg í einari roynd at leggja trýst á reiðaríið í Kristiansund.

"Kempo" var til fiskiskap úti fyri vesturafrikanska landinum Mauritania, men fiskiskapurin miseydnaðist fullkomiliga. Skiparin og stýrimaðurin, sum eru norðmenn, eru langt síðani farnir heim til Noregs, men fýra menn úr Litava og ein úr Ukraina eru framvegis umborð, og teir sýta fyri at fara í land, fyrr enn teir hava fingið tað, sum teir eiga til góðar hjá reiðarínum.

Reiðarin sigur við Aftenposten, at hann hevur ongar pengar at lata teimum fimm monnunum, og at eingin norskur banki er sinnaður at loysa málið. Nú roynir hann at fáa eitt felag í Marokko at yvirtaka ein part av skpinum fyri at vita, um tað kann hjálpa teimum svøltandi monnunum.