Afturhvarv
Tað var Kimbil í Havn, ið átti Brand Sigmundarson, sum um 9-tíðina hin 17. mars í 1960 fyri fyrstu ferð flaggskrýddur legði til bryggju í Havn. Skipið varð bygt í Frederikshavn í Danmark á somu skipasmiðju, sum eitt nú Hans Hedtoft varð bygdur á stutt frammanundan.
Brandur Sigmundarson TN 370 var í føroyska fiskiskipaflotanum í tilsamans 14 ár. Manningartalið lá um fimmti hvønn túrin, so í hesum tíðarskeiði vóru nakrir hundrað mans við saltfiskatrolaranum.
Skipari øll árini var Andrias Johannesen, ættaður úr Hvannasundi. Sonur hansara Mortan, sum eisini gjørdist kendur skipari, fór við pápanum og nýbygninginum sum 17 ára gamal longu á fyrsta túri.
Mortan hevði frammanundan verið við Fiskanesi og gamla Kalsevni.
Eftir at hava verið á sjómansskúla, gjørdist hann í 1966 fyrst 2. stýrimaður hjá pápa sínum, síðan 1. stýrimaður, og í 1970 loysti Mortan fyrstu ferð pápan av sum skipari.
Í 1972 førdi Mortan skipið fyri seinastu ferð. Tá fór hann yvir til Grønlands og umborð á ein nýbygdan hekkutrolara hjá KGH.
Andrias Johannesen helt tó fram umborð á Brandi Sigmundarson, til skipið fór úr flotanum.
Nakað serligt
Nú fimmti ár eftir, at hesin stásiligi nýbygningur kom til landið, hevur Mortan Johannesen, væl hálptur av øðrum, tikið stig til at samla so nógvar av manningini sum gjørligt, sum hesi ár var við Brandi Sigmundarson.
Í dag klokkan 17 hittast hesir menn og makar teirra so til hugnaløtu og ábit á Hotel Føroyum.
Tey umleið 200 fólkini eru í fyrsta lagi menn, sum hava siglt við Brandi Sigmundarson, makar hjá hesum monnum og í onkrum føri børn ella systkin.
Mortan Johannesen sigur, at hetta soleiðis eru menn, sum vóru saman fyri 40-50 árum síðan, har teir livdu tætt uppat hvørjum øðrum í 4 og 6-mans kømrum, og túrarnir kundu vera longri ella stytri enn tríggjar mánaðir.
- Fyri meg og nógvar aðrar var Brandur Sigmundarson nakað serligt. Tað, tú upplivir sum ungur og longdin á túrunum, har menn livdu so tætt uppat hvørjum øðrum so leingi, er nakað heilt serligt. Túrarnir í Ný Foundlandi á saltfiski kundu vara báðumegin tríggjar mánaðir. Vanliga vóru vit vártúrin í Ný Foundlandi, og síðan gjørdu vit ofta tveir túrar í Grønlandi. Í november og desember plagdu vit at vera á ísfiskaveiði og landaðu í Bretlandi.
Mortan sigur, at eftir 1969 bleiv so nógvur ísur í Grønlandi, og tá fóru teir eystur í Barentshavið eftir Ný Foundlandstúrin.
Brævasamband
- Hetta var í allar mátar ein heilt onnur tíð, sum unga fólkið í dag illa man duga at ímynda sær. Tá vit vóru á saltfiski, mistu vit at kalla alt samband við tey har heima, og frægasta samskifti var við brøvum.
Mortan sigur, at teir plagdu at vera úti í einar 3-6 vikur í senn, og síðan fóru teir til lands at bunkra olju og taka salt, vatn og proviant.
- Menn vóru altíð ógvuliga spentir, um teir fingu post, tá teir komu í havn. Fleiri fegnaðust, men tað vóru eisini teir, sum vóru vónsviknir. Viðhvørt, tá skip komu á okkara leið, fingu vit post úti á feltinum, leggur hann aftrat.
Mortan dylur ikki, at nógvir menn longdust illa, men har var einki at gera. Teir kendu sínar skyldur yvirfyri teimum har heima, familjuni, konu og børnum.
- At sigla við Brandi Sigmundarson var ein góður skipskjansur. Reiðaríið var gott og rindaði til tíðina. Tað vóru nógvir, sum hesi árinin kundu hugsað sær kjans við hesum skipi, sigur hann.
Nú hugnaløta verður í dag, verða yngstu menninir um fimmti ára aldur og tey elstu hjúnini, sum hava sagt, at tey koma við, eru farin um tey níti.
- Fleiri av hesum monnum hava ikki hitst í 40-50 ár, so vit eru sera spentir upp á hendan seinnapartin og hetta kvøld, sum nú stundar til. Vit fara at tosa um hendingar av ymiskum slagi, sum vóru, meðan vit vóru saman við Brandi, og vit fara í allar mátar at hugna okkum saman.
Sera fegin
Mortan Johannesen sigur, at onkur av monnunum, sum vóru við Bandi Sigmundarson hesi árini, gjørdust tónleikarar, bæði við harmoniku og guitara, og nakrir teirra verða eisini við í dag og fara at seta sín dám á.
- Eg havi havt dreymin um at savna manningina í eini 25 ár, og um hetta ikki gjørdist veruleiki, nú fimmti ár eru liðin, síðan Brandur Sigmundarson kom til landið, hevði hetta ivaleyst verið av ongum. Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at reisa hetta tiltak á føtur, sigur Mortan Johannesen.