Skipsførarar hjá Torm

Torm-treff

Tað er ikki ofta at fleiri av skipsførarnum hjá reiðaríðnum TORM A/S í Danmark eru heima samstundis – men nú í januar vóru so hesir heima, og nýttu teir høvið til at koma saman til eitt Torm Treff – har teir kundu vera saman eitt kvøld og tosa um ymisk viðurskifti, bæði arbeiðsliga sum ábyrgdarhavandi av skipum uppá 80 til 100 túsund tons úti í stóru verð - og so eisini tað dagliga lívið, tá teir eru heima hjá familjuni.
 
”Sorrig og glæde – de vandrer til hope” sigur eitt danskt orðatak, og tað máttu teir so eisini sanna hesaferð, teir vóru heima. Tað var ein tungur dagur, tá teir fylgdu teirra góða vini og trúgva skipsfelaga hjá Torm, hvalbinginum Narva Norðberg, búsitandi á Strondum, til hansara seinasta hvíldarstað. Narvi var nógv umhildin hjá reiðarínum, har hann silgdi sum yvirstýrimaður.
 

Teir fýra norðoyingar, sum allir eru kaptajnar hjá TORM,vóru John Mørkøre, John Petersen, Kári millum Garðarnar úr Klaksvík og Jens Kristian Simonsen av Viðareiði