Seinnapartin í dag var fimta frálandaskipið, Kongsborg, hjá Skansi Offshore, doypt við Skansen Kai í Stavanger.
Fríggjadagin var Kongsborg handað Skansi Offshore og kom undir føroyskt flagg í føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS. Kongsborg er bygt á Havyard skipasmiðjuni í Leirvik í Noregi og er av slagnum Havyard 833. Kongsborg er 86,8 m lang, 19,6 m breið og dekkið er 1000 fermetrar til støddar.
Nógv av fólki var komin saman á bryggjuni í Stavanger í samband við skipsdópin. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, bjóði vælkomin og helt røðu og vísti m.a. á søguligu sambondini millum Noreg og Føroyar gjøgnum tíðirnar og fram til dagin í dag.
Síðan var Kongsborg doypt og gumma var Marianne Eide, sum arbeiðir hjá BG Group.
Skiparar á Kongsborg verða Marner Kjærbæk og Hans Pauli Henryson, sum segði nøkur orð og bjóðaði síðan øllum umborð at síggja skipið og til eitt lítið ábit.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri sigur, at málið hjá Skansi Offshore er at okkara kundar kunnu líta á, at vit levera tað, sum vit lova.
Vit eru enn ein ung fyritøka í frálandavinnuni, men okkara fólk hava drúgvar royndir bæði innan fiskiskap og frálandavinnu, og vit hava frá fyrsta degi havt fokus á at veita tryggar og álítandi tænastur til tey feløg, sum arbeiða fyri. Vit velja at trúgva, at tá góðir og krevjandi kundar leingja sáttmálarnar við okkum, so merkir tað, at tað er rætt, sum vit gera, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Umframt okkara góðu sjófólk og góðu rutinur er tað eisini neyðugt, at vit hava bestu útgerðina at arbeiða við. Havyard hevur verið ein góður samstarvsfelagi síðan vit bíløgdu okkara fyrsta skip í 2006, og vit hava støðugt ment okkara samstarv. Við at læra av hvørjum øðrum eru skipini blivin støðugt betri og betri og eg trúgvi, at ein skal leita leingi eftir einum betri skipi við betri, sigurJens Meinhard Rasmussen.










