Skipini útaftur seinni í vikuni

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Tá ið Sosialurin ringdi til Fiskavirking á Tvøroyri mikumorgunin, svaraði telefonin heldur óvæntað. Vit hugsaðu, at kanska var okkurt at gera á virkinum hendan mikumorgunin, beint eftir ársskiftið. Kanska hevði virkið keypt útróðrarfisk teir báðar dagarnar millum jól og nýggjárs. Men so var ikki.

- Her er bara skrivstovufólkið og maskinmenninir til arbeiðis. Vit hava ongan fisk, og tað verður nokk heldur ikki nakað serligt fiskaarbeiði aftur, fyrr enn skipini, sum fara útaftur seinni í hesi vikuni, koma innaftur at landa. Og tað ganga so altíð nakrir dagar, um veðrið heldur sær. Spurdir, um nakrar umvælingar eru farnar fram á virkinum, meðan fólkið hevurverið í jólafrí, siga tey á Fiskavirking, at so er ikki.

- Nei, vit hava bara hildið frí. Her er einki serligt gjørt við virkið.


Útróðurin hevur eisini »hvílt seg«

Útróðrarbátarnir á Tvøroyri, sum annars hava fingið væl av fiski í vetur, vóru ikki úti hósdagin og fríggjadagin millum jól og nýggjárs, og sum skilst, loystu teir heldur ikki mikudagin.

Streymurin hevur verið nakað harður, men tað vardi stutt hesaferð.

Á Tvøroyri vænta tey ikki nakað serligt fiskaarbeiði, fyrr enn um einar 10 dagar ella so.