Skipini skulu sigla

Fasti Gerðarrætturin hevur gjørt úrskurð í málinum um lýsta arbeiðssteðgin hjá manningarfeløgnum, ið annars hevði rakt siglingina hjá SSL 1. jóladag.

Lýsti arbeiðssteðgurin hjá manningarfeløgunum er óheimilaður og eigur ikki at verða settur í verk. Tað er niðurstøðan hjá einum meiriluta í Fasta Gerðarrættinum. Meirilutin er Gurið Joensen, formaður, og Leivur Mikkelsen. Hetta visti Kringvarp Føroya at siga í tíðindasendingini klokkan 17.00.

 

Manningarfeløgini, tað eru Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið, høvdu boðað frá arbeiðssteðgið fyri teir av limum sínum, ið starvast hjá Strandfararskipum Landsins, galdandi fyri 1. jóladag. Tey vóru ónøgd við, at lønarviðurskiftini fyri sigling 1. jóladag, eftir teirra tykki, vóru ógreið.

 

Les eisini Strandferðslan lamin 1. jóladag

 

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum legði málið fyri Fasta Gerðarrættin, og hann kom seinnapartin til eina niðurstøðu. Lýsti arbeiðssteðgurin er óheimilaður, og eigur tí ikki at setast í verk.

 

Líkt er tí til, at skipini hjá Strandfararskipum Landsins fara at sigla sum ætlað.