Skipini landa bæði fyri og eftir páskir

Nakrir ísfiskatrolarar gera nú klárt at fara á gulllaksaveiði undir Føroyum.

- Partrolararnir koma inn at landa fyrst í vikuni. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Skipini fáa lítið av hvítum fiski. Nøkur skip gera klárt at fara á gulllaksaveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og lands helst fyrst í vikuni. Ein fer væntandi út í næstum, eisini at fiska svartkalva, men landar neyvan fyri páskir.

 

Lagt verður aftrat, at tveir djúpvatnstrolarar helst fara út um vikuskiftið at fiska upsa. Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men frysta veiðina umborð.

 

Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar um gongdina, vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Teir eru allir norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Ein hevur tó eisini nakað av havtasku.

 

- Vit vænta, at tveir trolbátar koma inn at landa mánadagin, men ivasamt er, um tann triði landar fyri páskir.

 

Lagt verður aftrat, at møguliga fer onkur trolbátur út aftrat, tá ein kassi letur upp norðan fyri 1. apríl. 

 

At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur, og ivasamt er, um skipini koma inn at landa fyri páskir.