Skipini hjá Strandferðsluni aftur hótt við at verða løgd

Finna Fíggjarmálaráðið og Skipara- og navigatørfelagið, ikki semju á fundi, sum verður týsdagin, verða skipini hjá Strandferðsluni løgd

Sáttmálatræta

Tað eru ikki meiri enn góðar tvær vikur síðani, at verkfall ella verkbann hótti við at leggja skipini hjá Strandferðsluni.
Hetta var beint fyri páskir. Men longu nú er aftur galið.
Í næstu viku er aftur vandi fyri, at bæði Smyril og øll hini skipini hjá Strandferðsluni verða løgd av verkfalli ella verkbanni.
Somuleiðis er eisini vandi fyri at havrannsóknarskipið, Magnus Heinasen, verður lagdur.
Beint fyri páskir var tað ósemja um lønina hjá maskinmeistarunum, sum sigla við Strandferðsluni, sum hótti við at leggja flotan hjá Strandferðsluni.
Nú er tað ósemja um viðurskiftini hjá skiparunum og stýrimonnunum hjá strandferðsluni, sum hóttir siglingina.
Sáttmálin ímillum Fíggjarálaráðið og Skipara- og Navigatørfelagið gekk út 1. desember og síðani hevur verið samráðst um nýggjan sáttmála.
Higartil hava samráðingarnar verið til fánýtis og tær eru fyribils endaðar við, at semingsmenninir komu uppí.
Semingsmenninir eru Christian Andreasen, løgfrøðingur og Árni Ellefsen, grannskoðari.
Teir báðir hava útsett eitt møguligt verkfall og teir hava kallað partarnar saman til semingsfundar týsdagin.
Tá verður samráðst til tað røkkur ella støkkur. Tað merkir sostatt, at fæst ikki semja á fundinum týsdagin, er ongin sáttmáli og sostatt verða skipini hjá Strandferðsluni og Magnus Heinason, løgd.
Verða skipini hjá Strandferðsluni løgd, fer tað at raka alla siglingina hjá Strandferðsluni. Og tað skerst ikki burtur, at serliga Suðuroyggin verður hart rakt, tí har er nógv longst at sigla og møguleikarnir at sigla við øðrum bátum, sostatt avmarkaðir.
Men tað fer eisini at raka Norðoyggjar og Sandoynna hart, tí eisini har er vinnulív, sum hevur hart brúk fyri ferðasambandi hvønn dag.

Vílja hava rættindi staðfest
Tá ið stígur kom í samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og fíggjarmálaráðið beint fyri páskir, var høvuðsknúturin tað nýggja suðuroyarskipið.
Fíggjamrálaráðið kravdi at fáa nýggja suðuroyarskipið við í samráðingarnar, men tað vildi Maskinmeistarafelagið ikki.
Úrslitið gjørdist tann salomonska loysnin, at samráðingarnar um nýggja suðuroyarskipið vórðu útsettar til tíðliga í summar.
Men hesuferð er hetta ikki trupulleikin.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, sigur, at nýggja suðuroyarskipið er við í samráðingunum.
Men kortini er tað júst nýggja suðuroyarskipið, sum størsta ósemjan er um.
? Yvirmenninir, sum sigla við Smyrli, sigla eftir einar 1:1 skipan. Tað merkir, at teir eru eina viku umborð og eina viku í landi.
?Hetta er ikki staðfest í sáttmálanum. Nú vilja vit hava tað tryggjað í sjálvum sáttmálanum, at teir skulu sigla 1:1. Men tað vil Fìggjarmálaráðið ikki, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann sigur, at hetta verður tann ringasti knúturin at loysa, nú nú partarnir fara til semingsfundfar týsdagin.
? Vit vilja ikki koma í ta støðu, at Fíggjarmálaráðið av sínum eintingum kann seta yvirmenninir at sigla eftir eini 2:1 skipan, ella enntá eini 3:1 skipan, har teir eru tvær ella tríggjar vikur umborð og eina viku í landi.
Men annars er eisini ósemja um eftirlønina hjá yvirmonnunum.

Ongar viðmerkingar
Tummas Magnussen á Fíggjarmálaráðnum hevur ongar viðmerkingar til samráðingarnar.
?At gera føra samráðingar í fjølmiðlunum, er at draga tær út úr samráðingarhølunum og tað haldi eg ikki er rætt, sigur hann.
Vit ætlaðu annars at spyrja hann, hví Fíggjarmálaráðið ikki vil staðfesta tað í sáttmálanum, at yvirmenninir við nýggja Smyrli, skulu sigla eftir einari 1:1 skipan.
Nýggi Smyril er væl størri enn Smyril, sum nú er, og vilja politikarar spara, verður tað ein møguleiki at fækka túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina, uttan at farmur, bilar ella ferðafólk koma at standa eftir.
Verður siglingin minni, minkar eisini arbeiðstíðin hjá yvirmonnunum og tað kann hugsast, at Fíggjarmálaráðið tí vil standa frítt fyri at koyra yvirmenninar yvir í eina 2:1 skipan, ella kanska eina 3:1 skipan, har yvirmenninir eru tvær ella tríggjar vikur umborð og eina viku í landi
Vit ætlaðu tískil eisini at spyrja Tummas Magnussen, um mótviljin hjá Fíggjarmálaráðinum ímóti at staðfesta eina 1:1 skipan í sáttmálanum, er tí at teir vilja standa fríari til at koyra yvirmenninir yvir í eina 2:1 skipan ella 3:1 skipan, so at effketiva arbeiðstíðin kann fylgja við, um so er at siglingin verður minkað.
Men hann hevur ongar viðmerkingar til samráðingarnar yvirhøvur.