Skipini farin útaftur

Í tí frálíka veðrinum, sum verið hevur seinastu dagarnar, kann væntast, at skipini verða skjót aftur av sínum fyrsta túri

Fiskivinna




Um jóla-og nýggjárshøgtíðina lá at kalla allur okkara fiskifloti við bryggju. Hetta er einki óvanligt hesa tíðina av árinum, men steðgurin var longri enn vanligt. Øll skip, sum komu í havn eftir, 18. desember, tá ið Føroya Skipara-og Navigatørfelag lýsti verkfall, vórðu liggjandi. Men seint leygarkvøldið varð givið leyst aftur, tá ið nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður millum reiðarafelagið og felagið hjá skiparum og navigatørum.

Viðrar væl

Í tí frálíka veðrinum, sum verið hevur seinastu dagarnar, kann væntast, at skipini, sum nú eru farin útaftur, verða skjót aftur av fyrsta túri. Vanliga er eisini góður fiskiskapur eftir, at flotin hevur ligið - og hesaferð hevur at kalla allur fiskiskipaflotin ligið síðan, 18. desember.
  Á Fiskamarknaðinum kunnu tey nú brynja seg til at taka ímóti fyrstu lastunum, og á virkjunum nærkast tíðin, til tey aftur kunnu senda boð eftir arbeiðsfólkunum.