Skipini fáa frægari prís fyri upsan

Skipini fáa frægari prís fyri upsan

Fiskivinna

Herfyri skrivaðu vit, at beinfrítt og skræðuleyst upsaflak lá í diskunum í Miklagarði í SMS fyri góðar 66 krónur fyri kilo. Hetta er upsi, sum er komin úr Danmark, men er veiddur í Norðuratlantshavi.
Í greinini váttaði slaktarin í SMS, at hetta var prísurin, og hann legði aftrat, at flak úr lýsingi, sum danir rópa kulmule, eisini lá fyri sama kiloprís.
Onkur fiskaseljari fekk ilt av, at vit søgdu, at upsaprísurin í Føroyum hevur ligið millum 2 og 4 krónur fyri kilo av ráfiski, tí í dag er upsaprísurin hægri enn tað.
Veruleikin er, at prísurin á upsa, landaður í Føroyum, var rættiliga lágur, áðrenn russar komu higar til lands at keypa heilan og smáan upsa.
Ragnar S. Olsen, reiðari hjá P/F Beta, sigur, at upsaprísurin í dag liggur millum 4,50 og 5,00 krónur kilo, men hann leggur aftrat, at tað er ikki so langt síðan, at prísurin fór yvir tær fýra krónurnar fyri kilo.
- Sum eg havi skilt á fiskakeyparum, er marknaðarstøðan orsøkin til, at prísurin er kvinkaður uppeftir. Eg havi skilt, at minni av alaska polloc er á evropeiska marknaðinum  bæði tí, at fiskiskapurin er minni og tí, at amerikumenn keypa meira og meira av fiskinum. Tí kemur minni á evropeiska marknaðin, og tí verður upsaprísurin minni trýstur í løtuni.
Ragnar S. Olsen heldur, at tað saktans eisini kann hava havt sína ávirkan á prísin, tá ið føroyskir fiskakeyparar tíðliga í summar sóu, at ein marknaður er fyri upsa eystanfyri.
- Vit sluppu av við stórar nøgdir av smáum upsa fyri væl betri prís, enn føroysku virkini kundu bjóða. Tað kann eisni hava havt sína ávirkan, sigur Ragnar S. Olsen, reiðari, sum annars fegnast um, at upsaprísurin er vorðin betur aftur.