So hvørt sum árini ganga gerst tann skipaflotin, sum Strandferðslustjórin hevur ábyrgdina av bara eldri og eldri.
Og samstundis seta fólk onnur og størri krøv til samferðslu og tænastustøði í dag, enn tá hesi nýggju skipini komu í flotan á sinni.
Hinvegin, so hava tey á Strandferðsluni ikki sitið hendur í favn.
Vit hava arbeitt við einum tilmæli um, hvat gerast skal við øll skipini hjá okkum.
Tað er eingin loyna, at tey eru gomul. Og fyri mong teirra er talan ikki um haldbari í framtíðini, sigur Kristian Davidsen við Sosialin.
Her verður serliga hugsað um tey elstu skipini hjá Strandferðsluni. Tað elsta skipið - Barsskor er bygt í 1929, men liggur í løtuni við bryggju í Klaksvík.
Gott eykaskip
Okkurt av skipunum hjá Strandferðsluni er longu lagt, og seinni í ár verður í øllum førum eitt teirra lagt aftrat.
Tá nýggja samferðsluhavnin á Syðradali varð tikin í nýtslu, loysti henda samstundis Barsskor av sum flutningsleið hjá kalsoyingum.
Hetta skipið varð síðani lagt við bryggju, og liggur har við sama lag. Enn er ikki tikin støða til, hvat gerast skal við tað.
Tá Norðoyatunnilin verður tikin í nýtslu í vár verður ikki neyðugt við hvørki Dúgvuni og Ternuni um Leirvíksfjørð longur.
Dúgvan er fyri fáum døgum síðani sett á sølulistan, men ætlanin er at hava Ternuna í flotanum framyvir.
Dúgvan er til sølu fyri einar tríggjar milliónir krónur. Spurningurin er kortini, um vit fáa so nógv fyri hana, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Hinvegin, so er Ternan í góðum standi, og verður tí eykaskip til siglingina um Skopunarfjørð.
Við einum so góðum avloysaraskipi, fara sandoyingar ikki at merkja stórvegis til at eitt annað skip røkir farleiðina hjá teimum, sigur Kristian Davidsen.
Spurningurin um Rituna er vorðin aktuellur aftur, eins og greitt er frá aðrastaðni í blaðnum.
Tilmæli á veg
Kristian Davidsen sigur, at tey hava arbeitt við einum tilmæli, sum skal handast Innlendismálaráðnum í næstum.
Arbeiðið við hesum tilmælinum hevur tikið sína tíð, serliga tí so nógv orka varð løgd í ætlanina við nýggja Smyrli.
- Men nú fara vit so at seta ferð aftur á arbeiðið við hesum tilmælinum, sigur hann.
Gongst sum ætlað, so er ætlanin at hetta tilmælið skal verða liðugt í ár.
Í hesum tilmæli er ætlanin at koma við eini lýsing av støðuni hjá fýra teimum elstu skipunum Másanum (bygdur í 1959), Sildberanum (1979), Rituni (1971) og Sam (1975).
Hóast eg ikki kann siga nakað ítøkiligt enn, so er í øllum førum greitt, at okkurt má gerast í framtíðini, sigur Kristian Davidsen.
Høgur miðalaldur
At skipini hjá Strandferðsluni eru gomul sæst eisini av skjølunum til fíggjarlógina fyri 2006.
Her stendur, at skipini hava høgan miðalaldur, og tí er neyðugt at fremja størri og átroðkandi umvælingar á ávísum skipum og at byggja nýggj skip.
Alt hetta skal gerast fyri at nøkta flutningstørvin og krøvini frá Skipaeftirlitinum og klassanum. Eingin ætlan um nýbygging er tó í ár, men hetta er tó ein partur av langtíðarætlanini hjá stovninum.
FAKTA
Hesi skipini eru í dag í flotanum hjá Strandferðsluni:
Smyril (2005)
Smyril 1 (lagdur. Seldur)
Dúgvan (1969)
Teistin (2001)
Sam (1975)
Ternan (1980)
Ritan (1971)
Sildberin (1979)
Másin (1959)
Súlan (1987)
Barsskor (lagdur)