Finnur Fríði mynstraði 6. september og hevur roynt eftir sild norðanfyri Ísland, norður úr Grimsoynni.
Teir leitaðu nakrar dagar, áðrenn teir bóru við sild.
Teir høvdu knapt 1600 tons og hava landað hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Sildin er 450 gramm í miðal, skrivar Varðin á heimasíðuni.