Skipið tikið úr okkara hondum

-Vit hava teknað havrannsóknarskipið til tað almenna at brúka. Men í løtuni tykist tað sum um øll verkætlanin hvørvur millum hendurnar á okkum, siga Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen

-Vit hava teknað havrannsóknarskipið til tað almenna at brúka. Men í løtuni tykist tað sum um øll verkætlanin hvørvur millum hendurnar á okkum, siga Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen.

 

Í sínum starvi á Havstovuni hava teir tríggir havt uppgávuna at finna útav, hvussu eitt nýtt havrannsóknarskip skal síggja út, soleiðis at skipið á bestan hátt nøktar tann tørv, ið Havstovan hevur við einum havrannsóknarskipi. Arbeiðið endaði við einum neyvum og lidnum detailprojekti, ið varð handað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum 30. mars í 2012.

 

Men síðani vendu politisku vindarnir. Lógin frá 2011 skal setast úr gildi, og í staðin skal landsstýrismaðurin við lóg fáa heimild at lata onkran privatan byggja eitt havrannsóknarskip til tað almenna.

 

- Fyri okkum tríggjar er málið ógvuliga principielt. Vit føldu okkum eiga okkurt í hesum, og tí fóru vit at kanna reglurnar um upphavsrætt, sigur Leon Smith.

 

Niðurstøðan hjá teirra advokati er greið. Kravspecifikatiónir og tekningar til nýggja havrannsóknarskipið lúka treytirnar um verkshædd og eru vard av grein-1 í lógini um upphavsrætt. Tí kunnu hvørki kravspecifikatiónir ella tekningar brúkast og skipið kann heldur ikki smíðast uttan loyvi frá upphavsrættarhavara.

 

Hóast bæði Fiskimálaráðið og løgtingið hava gjørt hvør sína roynd at sleppa uttan um reglurnar um upphavsrætt, so endaði lógaruppskotið tá avtornaði aftur í Vinnunevndini hjá løgtinginum, har tað liggur enn.

 

- Tað eru framvegis ivaspurningar um upphavsrættin. Vit mugu lýsa, hvussu nógv skipið kann líkjast teimum upprunaligu tekningunum, uttan at vit gera okkum inn á reglurnar um upphavsrætt, segði Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, við Sosialin mánadagin.

 

Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen duga í dag ikki at siga, hvørja lagnu teirra detailprojekt fær. Og teir hava heldur ikki gjørt sær greitt, hvussu langt teir eru til reiðar at fara fyri at verja sín upphavsrætt.

 

- Fyri okkum hevði tó verið greiðast, um tað almenna sjálvt bygdi skipið. Tá hevði spurningurin um upphavsrætt als ikki verið aktuellur, siga Leon Smith, Regin Kristiansen og Mourits Mohr Joensen.

 

Les meira í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.