Áralanga ætlanin um at útvega avloysara fyri Magnus Heinason hevur fingið enn eitt skot fyri bógvin. Uppskotið um havrannsóknarskip strandaði í Vinnunevndini.
Vinnunevndin hjá løgtinginum megnaði ikki at avgreiða lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip. Lógaruppskotið bleiv beint aftur í nevnd 9. mai, og har endaði tað sínar dagar, nú løgtingið er farið í summarfrí.
Endamálið við lógaruppskotinum var at geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at lata onkran privatan byggja eitt havrannsóknarskip til tað almenna at brúka.
Sambært lógaruppskotinum skuldi landsstýrið langtíðarleiga eitt nýbygt havrannsóknarskip frá onkrum privatum reiðaríi, sum vil byggja eitt tílíkt skip til endamálið. Sambært Jacobi Vestergaard var hesin leisturin at rokna sum ein neyðloysn, tá samgongan ikki megnaði at finna pengarnar á íløgukørmunum næstu árini, soleiðis at tað almenna sjálvt kann byggja eitt tílíkt skip.
Vinnunevndin royndi at fáa greiðu á tveimum, grundleggjandi spurningum, nú hon enn einaferð skuldi viðgera lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip. Tað er spurningurin, hvørt talan er um langtíðarleigu ella fíggjarliga leasing. Og tað er spurningurin um upphavsrætt til liðugt projekteraða skipið, ið Havstovan lat Fiskimálaráðnum fyri góðum tveimum árum síðani.
Tann støðan fekk herfyri Alfred Olsen, formann í Vinnunevndini, at harta landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri ov vánaligt lógarsmíð.
– Lógaruppskotið um havrannsóknarskipið er snøgt sagt ov illa frágingið, segði Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, við in.fo herfyri.
Ein útsøgn, ið Jacob Vestergaard vísti aftur:
– Vil man ikki byggja eitt havrannsóknarskip, so er tað ein erlig sak. So er at siga tað hart og alment, og ikki balla tað inn í nakað annað, svaraði Jacob Vestergaard við greiðari adressu til Sambandsflokkin.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tvíheldur um, at málið er væl frágingið, og at hann eftir hesum leisti kann útvega tí almenna eitt fínt og gott havrannsóknarskip.
Við in.fo herfyri gjørdi Jacob Vestergaard greitt, at hann hevur lítlan hug at leggja lógaruppskotið framaftur á ólavsøku.
– Eg havi verið runt allan sólarringin fyri at finna ein leist, soleiðis at vit kunnu fáa eitt nýtt havrannsóknarskip. Eg havi eftirhondini úttømt mínar møguleikar, segði Jacob Vestergaard við in.fo, meðan málið framvegis lá í Vinnunevndini.
Nú løgtingið er farið í summarfrí er greitt, at alternativa lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um havrannsóknarskip fellur burtur.
Eftir stendur tí galdandi lóg um havrannsóknarskip. Lógin, ið er frá 2011, gevur landsstýrismanninum heimild til at byggja eitt havrannsóknarskip. Men eingir pengar eru settir av til endamálið á íløguætlanini næstu árini.










