Men skipið kann ikki sigla, tí myndugleikarnir á Jamaica hava kunnað Paul Watson og hansara fólk um, at tey tikið siglingarloyvið frá skipinum.
Tað váttar Paul Watson sjálvur á Facebook.
– Bara ein neyðarslig kæra úr Føroyum var nóg mikið at fáa myndugleikarnar á Jamaica at strika okkum úr skrásetingini. Men tað er gott at vita, tí ein slíkur statur er ikki nakað fyri okkum. Vit fara nú at leita eftir nýggjum flaggi, og tað skal vera úr einum landi, sum stuðlar okkum og sum skilir, at tað eru álvarsmál, sum vit arbeiða við, og sum virðir, at vit taka stórar váðar á okkum, skrivar Paul Watson.
Skipið liggur nú í Hull og sleppur ongan veg, so leingi tað ikki er skrásett.
##med2##