Skipið fyri almennum fundi um Tinghúsið

? ? ?

Í seinastuni hevur verið nógv tosað um Tinghúsvøllin og umhvørvi á Vaglinum.

Tað eru nógvar ymiskar meiningar um hvussu hetta økið kemur at síggja út, tá eitt nýtt Tinghús skal byggjast.

Vegna Felagið Tórshavn, vil undirritaði við hesum heita á Tórshavnar Býráð um at skipa fyri einum kunnandi fundi millum borgarnar í Tórshavn um nýggja Tinghúsið, sum ætlandi er at byggja, har tað gamla nú stendur.


Vinarliga

Thordur Thorsteinsson