Skipið eitur Tummas T

Uppsjóvarskipið Norderveg, sum gøtumenn hava keypt í Noregi, varð strikaður úr teirri norsku skrásetingini um middagsleitið í dag og síðani skrásettur í teirri føroysku skipaskrásetingini undir navninum Tummas T. Havnakennibókstavarnir eru FD125, sum er tað gamla nummarið hjá Jupiter.

Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at við hesum er 38 ára gamli Saksaberg ræðisavmarkaður, og kvoturnar eru fluttar yvir á Tummas T.

Tummas T fer ætlandi úr Karmøy eina ferð í kvøld, og kemur eftir ætlan á Gøtu leygardagin.