Partaeigararnir hava fingið 56 milliónir krónur úr felagnum í seinasta roknskaparári.
Skipasmiðjan Mest í Havn hevði eitt gott ár í fjør, tí yvirskotið var hálvasjendu millión størri enn árið fyri – og 20 milliónir størri enn í í 2012.
Nettasølan hjá Mest var 315 milliónir krónur, og skipasmiðja hevur goldið 60 milliónir krónur út í lønum í 2014.
Hóast góða úrslitið, so minkar eginognin úr 96 milliónum krónum niður í 62 milliónir krónur. Hetta er tí, at partafelagið hevur goldið 56 milliónir krónur út í vinningsbýti til partaeigararnar.
2014 var eitt serligt ár hjá skipasmiðjuni, sum seinastu árini hevur verið partur av Eik-samtakinum, tí at Eik Banki átti skipasmiðjuna. Men í fjør var skipasmiðja seld til Krúnborg-samtaki hjá familjuni hjá Eiler Jaconsen, sála.
Eigaraskiftið fór fram 24. juli í 2014, og í hesum sambandi eru - sambært roknskapinum - framdar broytingar í fíggjarstøðu felagsins, og nevnt verður, at felagið við árslok 2014 hevði eginpening áljóðandi 62 milliónir krónur og ein soliditet á 31,1 prosent.