Skipasmiðjusamtakið eitur nú MEST

Samtakið Tórshavnar Skipasmiðja broytir nú navn, og feløgini verða nú marknaðarførd undir felags heitinum MEST Samtakið umfatar seks feløg, sum hoyra heima í Runavík, á Skála, í Vestmanna og í Havn. Øll verða marknaðarførd undir navninum, MEST, sum stendur fyri maskin, el, stál og timbur.

Avgerðin um at broyta navn varð tikin í vár, og í einari innanhýsis navnakapping komu 80 uppskot. Avgjørt varð at taka av navninum, MEST, tí tað hóskar væl til virksemið hjá felagnum, bæði innanlands og uttanlands.

Fyribils er tað bert heimasíðan, sum hevur broytt navn, men í seinasta lagi um ársskiftið fer tað at standa MEST á øllum bygningum, bilum og búnum hjá samtakinum.