Skipasmiðjan í Vági minni at gera

Skipasmiðjan í Vági hevur sagt fólki upp, men stjórin roknar við, at tað verður meira at gera ímóti summri, og tá koma fólkini til arbeiðis aftur

Tá ið Vágs Skipasmiðja í síni tíð hevði flest fólk til arbeiðis, vóru tey verða 32, men so umfatandi hevur virksemið ikki verið seinnu tíðina, og í løtuni er ein lítil helvt av hesum til arbeiðis á skipasmiðjuni.
? Hetta er tann ringasta árstíðin hjá skipasmiðjunum, og tað er einki óvanligt í, at vit hava minni at gera fyrst í árinum, sigur Gudmund Jacobsen, stjóri.
Seinastu tíðina hava millum 18 og 20 fólk verið til arbeiðis á skipasmiðjuni, men nøkur fólk eru uppsøgd, tí tað er ov lítið at gera.
? Hesi fólk eru sett í bíðistøðu, og tá ið vit fáa meira at gera aftur, rokna vit við, at tey koma øll í arbeiði aftur, sigur Gudmund Jacobsen.
? Í juni, juli og august mánaði plaga vit at hava úr at gera, og vit vóna, at tað verður soleiðis aftur í ár, sigur hann.
Í løtuni er nýggi Nesborg til eftirlit á Vágs Skipasmiðju.