Skipasmiðjan ikki tikið støðu til lønarhækking hjá handverkarum

?Leiðslan á teimum báðum størstu arbeiðsplássunum í landinum hevur ikki tikið støðu til, ætlanina hjá meistarafelagnum um at hækka lønina hjá handverkarum

?Vit hava ikki tikið støðu til, hvat vit gera.

Tað er leiðslan á teimum báðum størstu skipasmiðjunum í landinum, teirri á Skála og teirri í Havn, sum ikki hevur tikið støðu.

Og tað, sum hon ikki hevur tikið støðu til, tað er, um hon fer at hækka tímalønina hjá handverkarum 1. oktober, soleiðis, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevur ætlar.

Skipasmiðjan í Havn og á Skála eru uttan samanbering nógv tað størsta arbeiðsplássið í landinum hjá handverkarum

Og vit hava spurt stjóran á skipasmiðjunum, Gunnar Mohr, hvørja viðmerking hann hevur til ætlanina hjá Føroya Handverksmeistarafelag at hækka handverkaralønirnar 1. oktober í ár, hóast hetta er mitt í sáttmálaskeiðnum.

Hann sigur, at tað er støða ikki tikin til tann spurningin enn.

? Men vit hava so ein sáttmála, sum gongur til 1. oktober 2001 og ein sáttmáli eigur at verða hildin, sigur hann.

Hann sigur, at hann uppfatar hetta sum eina áheitan frá meistarafelagnum um at hækka handverkaralønirnar. hóast sáttmálaskeiðið ikki er runnið enn.


Ov lítil munur

Tað er Føroya Handverksmeistarafelag sum hevur tikið til, at handverkaralønirnar skulu hækka 1. oktober í ár, hóast hetta er mitt í sáttmálaskeiðnum.

Í 1997 skrivaðu Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag undir ein fýra ára sáttmála, sum tískil ikki gongur út fyrrenn 1. oktober 2001.

Eftir sáttmálanum hækkar lønin tilsamans 2% í hesum fýra ára skeiðnum.

Men nú arbeiðaralønin gjørdi eitt skarvslop í samráðingunum í vár, heldur meistarafelagið, at tað er blivin so lítil munur á eini handverkarløn og eini arbeiðaraløn, at tað er rætt at hækka handverkaralønina eisini, hóast hetta er mitt í sáttmálaskeiðnum.

Hetta, tí felagið stúrdi fyri, at verður ikki størri munur á lønini, fer tað at taka hugin frá ungdómi at fara í læru og tað hevði verið til stóran skaða fyri yrki.

Í løtuni er handverkaralønin 86,65 kr. um tíman.

Føroya Handverksmeistarafelag vil hava hana at hækka upp í 90,60 kr. 1. oktober í ár og aftur upp í 94,60 kr. um tíman 1. oktober næsta ár.

Eftir sáttmálanum skuldi lønin hjá handverkarum hækka 50 oyru, uppí 87,15 1. oktober í ár.

Sostatt vil meistarafelagið, at handverkarar skulu 3,15 meiri í lønarhækking , enn teir áttu at fingið eftir sáttmálanum.

1. oktober 2000, skulu handverkaralønin hækka 87 oyru afturat, upp í 88,02 eftir sáttmálanum

Men ístaðin vil meistarafelagið hava lønina at hækka upp í 94,60. Tvs at hon hækkar 6,58 meiri enn hon átti eftir sáttmálanum.

Vilhelm m. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag hevur áður sagt fyri Sosalinum, at munurin á eini handverkaraløn og eini arbeiðaraløn hevur ligið um 13%.

? Men høvdu vit onki gjørt, hevði munurin 1. mai næsta ár ikki verið meiri enn 4%.

? Og tað halda vit er so mikið lítið, at vandi er fyri, at tað verður ongin áhugi fyri handverki, um munurin á lønini ikki er størri enn so.


Ikki kunnaðir

Gunnar Mohr sigur, at hetta er eitt stig, sum meistarafelagið hevur tikið, uttan frammanundan at kunna limirnar og uttan yvirhøvur at seta seg í sambandi við limirnar.

Og enn veit hann ikki, hvørja støðu tey á skipasmiðjuni fara at taka til áheitanina.

? Á báðum skipasmiðjunum eru nógvir handverkarar, og skal lønin hækka, fer tað at hava munandi útreiðslur við sær fyri skipasmiðjurnar.

Men Gunnar Mohr vissar um, at hóast skipasmiðjurnar skuldi gjørt av at fylgt áheitanini frá meistarafelagnum, fer tað ikki at ávirka teir sáttmálar, sum skipasmiðjan hevur gjørt, eitt nú sáttmálan um Sandoyarferjuna.

? Tann sáttmálin stendur ikki til at vika. Men tað er greitt, at skal lønin hækka, verður ferjan dýrari, enn vit hava roknað við.

? Í veruleikanum hava vit so gjørt sáttmálan undir skeivum fortreytum.

? Men hann verður ikki broyttur og so mugu vit bara effektivisera, so at vit koma at brúka færri tímar til hana, sigur stjórin á skipasmiðjunum.


løn eftir avriki

Annars er Gunnar Mohr ikki ósamdur í sjónarmiðinum hjá meistarafelagnum í, at munurin á eini handverkaraløn og eini arbeiðaraløn er nakað lítil.

? Men vit hava ein sáttmála.

? Og ein onnur loysn enn at hækka lønirnar yvir ein kamb, kundi verið at latið sáttmálalønina staðið og havt hana sum eina minstuløn.

? Tí so kundi rúmd verið fyri at givið teimum góðu handverkarunum betri løn.

? Tað vil siga, at er grundlønin lág, hava vit rúmd fyri at geva teimum góðu handverkarunum løn eftir tí, teir avrika. Sjálvur heldur hann, at hetta hevði ein betri lønarskipan at havt, ístaðin fyri at allir handverkarar skulu hava somu løn, sama hvat teir annars avrika.