Skipasmiðjan flytir í nýggjan og stásiligan bygning

Um mánaðarskiftið apríl/mai verður klárt at flyta í nýggja smiðju- og goymslubygningin hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Bygningurin er reistur á økinum, har gamli Fiskasentralurin áður lá á Vestaru Bryggju í Havn

Nýggjur bygningur

Nýggja smiðjan fer at geva Tórshavnar Skipasmiðju nógv betri arbeiðsumstøður.
- Tað er niðari og hægri parturin av bygninginum, sum hýsir nýggju smiðjuni. Her verður nú alt el-virksemi og mekaniskt virksemi savnað. Bygningurin er 50 m langur og 24 m breiður.
Tórshavnar Skipasmiðja upplýsir, at nýggja smiðjan er væl útgjørd við einum 20 tons krana, trimum 5 tons kranum, umframt fimm súlukranum à 400 kg. og einum à 800 kg., so einki skal lyftast við handamegi.
- Í smiðjuni er nógv ymisk serútgerð til umvæling av motorum. Eitt nú eru royndartól til brennioljuventilar, ventilslípitól, ultraljóðsreinsikar til kølarar og honitól til fóðringar. Umframt framkomnar dreygibenkur og fresara, hevur smiðjan eisini lasarupprættingartól og tól til mátan av tógkraft.
Fyri starvsfólkið í smiðjuni og á el-deildini, ið telja 60 tilsamans, merkir flytingin fyrst og fremst, at arbeiðsumstøðurnar verða munandi betraðar.
- Men tað eru eisini stórir fyrimunir við, at smiðjan liggur nærri bryggjukantinum og harvið skipunum, ið verða umvæld, sigur Tórshavnar Skipasmiðja.

Betri tænasta

- Tað er eingin loyna, at atkomuviðurskiftini til mekanisku goymsluna á Skipasmiðjuni ikki hava verið nakað at reypa av. Men við nýggju goymsluni, ið kemur at hýsa mekaniskum eykalutum, el-lutum umframt ymiskari skipsútgerð, verða goymslu-og søluviðurskiftini fyrsta floks.
Nýggi goymslubygningurin er 30 x 16 m til støddar í tveimum hæddum, og lætt er at koma í samband við goymsluna.
Goymslan hjá Tórshavnar Skipasmiðju svarar alt samdøgrið á tlf. 211155, og fólk er til arbeiðis til midnátt allar yrkadagar.
- Stálgoymslan, herundir eisini rustfrítt stál, messing og aluminium, verður nú savnað á einum staði í allari veghæddini í gamla bygninginum.
Skipasmiðjan upplýsir, at á stáldeildini er ein framkomin plátusaksur umframt ein nútímans svingbukkimaskina.
- Avgreiðslan til goymslu og sølu av stáli, verður har formansskrivstovan hjá smiðjuni var fyrr.

Holl í ráðum

Timbur og máling verður verandi óbroytt í bygninginum, ið liggur framvið Skiparagøtu. Timbur-og málingadeildin selur umframt máling, eisini plátur, bjálving, besløg o.a. innrættingartilfar til skip og bátar.
- Okkara málingadeild er holl í ráðum, tá ið ræður um loysnir innan máling, sigur Tórshavnar Skipasmiðja.