Skipasmiðja letur uppaftur

Stóra skipasmiðjan Mjellem & Karlsen í Bergen, sum lat aftur herfyri eftir at vera komin í penganeyð,

Stóra skipasmiðjan Mjellem & Karlsen í Bergen, sum lat aftur herfyri eftir at vera komin í penganeyð, lat uppaftur í gjár eftir at hava fingið so mikið av pengum, at arbeiðið kundi takast uppaftur.
Skipasmiðjan hevur fingið arbeiðið at viðlíkahalda nøkur skip hjá norsku sjóverjuni, samstundis sum hon hevur vunnið útbjóðingina um at byggja tvey nýggj sjóverjuskip. Mjellem & Karsen hevur í fleiri ár leigað øðrum norskum skipasmiðjum serkøn arbeiðsfólk, og hetta virksemið verður eisini tikið uppaftur nú.
Leiðslan á Mjellem & Karlsen roknar við, at umleið hundrað menn fáa arbeiðið á skipasmiðjuni í fyrsta umfari.