Ein tyrla hjá donsku sjóverjuni loraði í nátt ein mann niður á eitt norskt farmaskip, sum var farið av kós, soleiðis at tað var á veg ímóti oynni Havnsø úti fyri útnyrðingshorninum á Sjællandi. Tað vísti seg, at skiparin, sum er russari, sat og svav á brúnni, og alt bendir á, at hann var drukkin.
Sjóverjan fekk boð um skipið um ellivutíðina í gjárkvøldið. Fleiri royndir at fáa samband við skipið vóru úrslitaleysar, og tað hjálpti heldur ikki, at tyrlan hjá sjóverjuni setti ljóskastaran á brúnnaa skipinum.
-Tí var einki annað at gera enn at lora ein mann niður úr tyrluni, so hann kundi purra skiparan út og steðga skipinum, sigur Aksel Primdahl hjá sjóverjuni við danska kringvarpið.
Tað 82 metrar langa "Danica Hav" er norskt, men siglir undir Bahama-flaggi. Skipið liggur nú fyri akkeri, og skiparin er tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkasigling.