Føroysk sjófólk hava ómetaliga gott orð á sær úti í heimi. Sama hvør tittulin er, ella hvat stendur á prógvinum, ganga føroyingar fyri at vera raskir, álítandi, dugnaligir og lættir at hava við at gera.
Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum við teir nýklaktu skipararnar, skipsførararnar og maskinmeistararnar, sum nú hava fingið prógv á Vinnuháskúlanum.
Hon segði, at tað síggja útlendingar, tá teir koma hendan vegin – og kanska enda umborð á Smyrli ístaðin fyri umborð enn Norrønu. Og tað síggja tey eisini úti í heimi, har føroyingar eru í vinnu.
Tá ið hon vísir á, at ferðafólk enda umborða á Smyrli, heldur enn umborð á Norrønu, sipar hon til eina sermerkta hending mikudagin.
Smyril hevði loyst frá bryggju í Havn og hevði sett kós ímóti Suðuroy, tá ið hann brádliga kúvendi aftur og legði at aftur í Havn.
Tey, sum sóu hendingina, undraðust. Men tað vísti seg, at tað var ein týsk kona, sum hevði verið í Føroyum, og sum skuldi avstað aftur við Norrønu, Men av misgáum var hon endað umborð á Smyrli, tí hon hevði blandað nøvnini, Smyril og Smyril Line, saman.
Skiparin gjørdi ikki mætari enn at sigla hana innaftur til lands og seta hana á land og spurningurin er, um hetta hevði hent í nøkrum øðrum landi. Og spurningurin er, um hetta hevði hent, um skiparin hevði nakran annan tjóðskap enn føroyskan, segði Rigmor Dam.
Hon heldur, at dygdirnar hjá føroyskum sjófólki eru ein virðismikil reklama fyri Føroyar, sum er bygd upp í áravís
Tað er ein reklama, sum er bygd á dugnaskap og tað, at tey eru fyrikomandi. At menniskjað verður tikið fram um, eisini tá ið talan er um eitt óhjálpið viðskiftafólk, sum endar á skeivum skipi, heldur landsstýriskvinnan.