Síðan mánadagin hevur trolarin Maranatha ligið við bryggju í Havn. Hann varð mánamorgunin tikin av Brimli vestanfyri Mykines. Trolarin fór úr Peterhead leygardagin.
Skiparin er skuldsettur fyri ikki at hava boðað frá, at hann var komin í føroyskt sjóøki og fyri at hava fiskað á eini stongdari leið.
Skiparin noktar seg sekan í hesum skuldsetingum. Hann sigur, at veiðan, ið trolarin hevur umborð, er fiskað, áðrenn skipið kom í føroyskan sjógv. Í sambandi við at hann ikki hevur boðað Fiskiveiðueftirlitinum frá, tá hann kom innum markið, sigur skiparin, at hann royndi at senda eitt telex, sum tó ikki er komið fram.
Fiskifrøðingar vóru í lastini mánadagin, tá trolarin kom á Havnina, og teir siga, at fiskurin var nýfiskaður.
Fútin skal nú taka støðu til, um ákæra skal reisast móti skiparanum.