Men Ólavur át ikki pylsur eins og hini børnini, ella spældi úti á dekkinum. Nei, hann var við pápa sínum til arbeiðis henda søguliga dagin, tá Dúgvan sigldi sín seinasta túr.
Meðan pápin, Pauli Magnusson, var uppi á brúnni, var tað Ólavur, sum saman við øðrum, skipaði bilarnar inn í ferjuna. Seinni, tá ið fólk og bilar vóru innanbora, hjálpti hann pápi sínum uppi á brúnni.
Ólavur gongur í fyrsta flokki, og júst sum øll hini børnini gleddi hann seg til at hátíðarhalda tunnilin. Uttan at vita við vissu, hvussu hetta skuldi gerast, segði hann, at hann fór mest møguligt at halda seg uttandura í góðveðrinum, sum var leygardagin.