Skiparin játtar seg sekan

Skiparin á bingjuskipinum Rena, sum fór á land úti fyri ný sælendsku strondini seinasta heyst, játtar seg sekan í at hava verið atvoldin til eina umhvørvisvanlukku.

Tað gjørdi hann, tá hann og stýrimaðurin komu fyri rættin í dag, og báðir játtaðu seg eisini sekar í ákæruni um óansni. Verða teir dømdir sambært ákæruritinum, kunnu teir fáa drúgva fongsulsrevsing. Dómur fellur tann 25. mai.

Rena, sum er skrásett í Liberia, sigldi á ein boða góðar 10 fjórðingar úr Tauranga í Ný Sælandi tann 5. oktober í fjør. Nakað av olju lak úr skipinum, og nógvur sjófulgur doyði. Ný sælendsku myndugleikarnir hava sagt, at talan er um ta ringastu umhvørvisvanlukkuna har í mong ár.