Skiparin hevur ongar viðmerkingar

Hvørki skiparin á Jupiter ella reiðaríið hava viðmerkingar til ákærurnar frá hetlendingum.

Í morgun bar hetlendska blaðið The Shetland News tey tíðindini, at føroyski trolarin Jupiter hevði havt ov nógvan makrel í hjáveiðu, tá trolarin hevði verið á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi vestanfyri Hetland.


Tað varnaðust fólk, tá skipið landaði í Skagen, og skiparin upplýsti at einans 5 prosent av veiðuni var makrelur. Blaðið vil tó vera við, at kanningar vístu, at heili 20 prosent av veiðuni var makrelur.


In.fo hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Varðanum, ið er reiðaríið, ið eigur Jupiter. Men hóast vit hava ringt fleiri ferðir og sent sms-boð, so er einasta viðmerking frá reiðarínum, at skiparin á Jupiter ikki við úttala seg um málið, men at tað er skeivt, tá hetlendskir miðlar vilja vera við, at Jupiter fiskaði í ES-sjógvi. Jupiter fiskaði, sambært eini sms-boð frá reiðarínum, í føroyskum sjógvi.


In.fo hevur roynt at spurt, um reiðaríið hevur verið í samband við myndugleikarnar um málið, men hevur tað ikki eydnast at fingið eitt svar upp á spurningin.