Carsten Hvid, sum var skipari á víkingaskipinum Havhingsten, sum í fjør sigldi úr Roskilde til Írlands, hevur fingið høgt metta heiðurin, ?Cork Dry Gin International Sailing Award?, í Dublin
- Eg eri sera errin av hesi viðrisløn, tí hetta er eisini ein virðisløn til manningina, sum við góðum sjómansskapi og í truplum veðri kláraði at berja seg gjønum kulda, vind og regn í seks vikur, sigur Carsten Hvid sambært Víkingasavninum í Roskilde.
Havhingsten er eitt kopi av tí túsund ára gamla víkingaskipinum, sum varð funnið og grivið út í Roskilde í 1962. Føroyski bátasmiðurin, Hanus Jensen, hevur verið við til at bygt skipið.
Tá skipið síðsta summar kom til Dublin, segði Hanus Jensen soleiðis við Sosialin:
? - Alt er hondgjørt og gjørt við amboðum, ið eru eftirgjørd eftir amboðum úr víkingatíðini, so sum øksir og annað. Vit hava sjálvir felt við í skóginum, tí serligur viður skuldi til. Alt er gjørt á gamlan hátt og t.d. eru borðini klovin við kílum, sigur Hanus Jensen, og nevnir hóp av byggitekniskum snildum, ið eru nýtt í arbeiðinum at eftirgera víkingaskipið.
- Borðini eru klinkað við jarnnaglum. Umleið 7000 jarnnaglar eru nýttir og umleið 1000 trænaglar, sigur Hanus.
Leggjast kann afturat, at 300 eikitrø skuldu til, fyri at byggja Havhingsten.
Fimm mans hava í 4 ár arbeitt við at smíða víkngaskipið Havhingsten. Arbeiðið byrjaði í 2004. Skipið er eftirgerð av leivdum av fimm víkingaskipum, sum funnin eru í fjørðinum í Roskilde.
- Skipið er gjørt eftir hesum skipum, men har vantaði sjálvsagt nógv, so vit hava roynt sum best. Skipið er 30 metrar langt, 3,80 metrar breitt og vigar 6 tons. Vit koyrdu 80 tons av høgguspønum burtur, tá liðugt var, sigur Hanus Jensen, og leggur afturat, at talan er um sera tungt arbeiði.
- Neyðugt er at hyggja at upprunatilfarinum. Øll amboð eru ikki til í dag, so vit hava roynt at finna fram til amboð, ið geva somu spor, sum upprunatilfarið hevur. Tá liðugt er, so skuldi sæð út, eins og upprunatilfarið, sigur Hanus Jensen.?
Havhingsten stendur í løtuni á savni í Dublin, men skipið skal sigla heimaftur til Roskilde í summar. 29. juni fer skipið úr Dublin.
Vísindaligar kanningar siga, at Skuldelev 2-vrakið í Roskildefjørðinum var bygt av víkingum í Dublin í 1042.









