Skiparin á Ågot doyði tá skipið fekk ein sjógv

Skiparin á línuskipið Ågot úr Klaksvík doyði tá skipið fekk ein sjógv sunnumorgunin. Umframt tað fekk nautiska útgerðin so stóran skaða, at skipið ikki fær samband við umheimin tann vegin. Hvidbjørnen er nú á veg til Føroya við Ågot

Sveinur Tróndarson


Dagin fyri Allahalgunnardag rakti feigdin aftur landið. Talið av teimum, sum funnu sær deyðir eru á sjónum fór úr seks upp í sjey, og enn einaferð sita vit við spurninginum, sum ongantíð fær svar. Hví?

Tann fyrsta november drýpa allir føroyingar høvur í samkenslu við tey sum mist hava, men lítið er at ivast í, at hesaferð verður samkenslan uppaftur størri, tí seinastu feigdarboðini av havinum eru so fesk.

Tað var beint eftir klokkan 10 fyrrapartin sunnudagin, at Færøernes Kommando fekk boðini frá Tórshavnar Radio, um at Ågot, sum lá einar 40-45 sjómíl í ein sunnan ella útsynning úr Føroyabanka, hevði fingið ein sjógv. Tað var illveður á leiðini har Ågot var, og vindurin var um einar 20-25 metrar um sekundi, við hvirlum upp í 30 metrar. Aldurnar vóru ímillum 10 og 15 metrar til hæddar.

Fyrstu boðini, sum Færøernes Kommando fekk søgdu, at ein maður umborð hevði fingið skaða og at øll tann nautiska útgerðin umborð var farin. Seinni vóru boðini rætta til, at skiparin var deyður av brotinum tá tað rakti brúnna.


Ov ringt veður til at leggja uppat

Hóast torføru umstøðurnar gjørdi manningin av at seta kós móti Føroyum. Umstøðurnar at sigla vóru vánaligar, av tí at veðrið var vánaligt, og tí at skipið skuldi stýrast manuelt.

Hvidbjørnen, sum fór av Havnini, móti Ågot, var hjá skipinum um sjey tíðina sunnukvøldið, men av tí at veðrið var so illfýsið, sum tað var, gjørdi skiparin á Hvidbjørnen av, at tað ikki kundi gerast talan um, at hann fór at leggja upp á síðuna av Ågot. Tað varð ov vandamikið, og í staðin gjørdi hann av at sigla frammanfyri við øllumljósunum tendraðum, soleiðis at manningin á Ågot hevði nakað at stýra eftir.

Seinni, tá skipini vóru komin inn um Akraberg var so ætlanin at Hvidbjørnen skuldi seta fólk umborð, sum skuldi avloysa troyttu og skelkaðu menninar umborð á Ågot.

Tá Sosialurin tosaði við Færøernes Kommando mánamorgunin var Ågot komin á Klaksvík aftaná ein langan túr heim.

Sum sagt, so vóru umstøðurnar hjá manningini á Ågot ikki góðar, tí øll útgerðin umborð var farin. Skipið fekk givið boð frá sær til Tórshavnar Radio um sendaran. Meðan Hvidbjørnen sigldi línuskipinum fingu teir fatur á Ågot um satelittin. Hesin var kortini so mikið avmarkaður at hann bara virkaði tá verjuskipið tók sambandi upp, og ikki tá Ågot royndi at seta seg í samband við umheimin.