Skiparin gjørdi sítt

Árni Dam á Skipafelagnum, sigur, at polski skiparin á Green Summer, heldur seg ikki havi borið seg skeivt at í samband við, at tríggir afrikanar royndu at sníkja seg úr heimalandinum Nigeria.

Tað er Skipafelag Føroya sum er umboðsmaður fyri nógv umrødda farmaskipið, Green Summer, sum seinastu dagarnar hevur umskipað fisk frá russiskum skipum á Nólsoyarfirði.
Tað var kortini ikki umskipanin av fiski hjá Green Summer, sum vakti størstan ans í føroysku fjølmiðlunum í gjár. Tað kom fram í ljósmála, at skiparin á enska farmaskipinum hevði havt tríggjar nigeriubúgvar sum fangar í tríggjar vikur.
Sum skilst hava teir tríggir Nigeriubúgvarnir verið innilæstir í einum kamari í fleiri vikur og heilsustøðan var ikki hin besta, tá teir komu í land í Føroyum leygardagin.

Rætt
Árni Dam á Skipafelagnum hevur havt samband við pólska skiparan fleiri ferðir. Árni greiðir frá, at pólski skiparin metir seg ikki hava borið seg skeivt at í málinum.
Hann heldur hinvegin seg hava fylgt øllum røttum mannagongdum í samband við mál av slíkum slagi. Árni Dam leggur afturat, at hesum hevur pólski skiparin eisini gjørt føroysku myndugleikunum greitt.
Skiparin á Green Summer royndi bæði í Hollandi og Portugal at lata nigeriubúgvarnar til myndugleikarnar, men hvørki myndugleikarnir úr Hollandi ella Portugal vildu taka ímóti teimum. Eftir fleiri vikur eydnaðist tað loksins enska skipinum at lata nigeriubúgvunum til føroyskar myndugleikar leygardagin.

Mánakvøldið fór enska farmaskipið, Green Summer, úr Nólsoyarfirði og setti kós móti Nigeria.