Skiparin á Gadusi endaði í sjúkrabili

Tá flakatrolarin Gadus nærkaðist Kósabrúnni í gjárkvøldið, føldi skiparin, Brandur Joensen, seg so illa, at stýrimaðurin, John Fuglø, noyddist at taka um endan og leggja skipið til bryggju.

Ein av manningini á Gadusi sigur, at menn stóðu klárir at binda skipið, tá teir varnaðust, at eitt hvørt var áfatt á brúnni. Skipið kom tó trygt til bryggju.

- Vit gjørdust eitt sindur skakkir, tá sjúkrabilur kom oman á bryggjuna eftir skiparanum, sum varð borin í land í einum stóli.

Maðurin, sum siglir við Gadusi, sigur, at skiparin kortini ikki vísti seg at vera so ógvuliga illa fyri, tá hann fór í sjúkrabilin, sum koyrdi mannin á sjúkrahús til kanningar.

- Eg havi einki hoyrt aftur um, hvussu vorðið bleiv hjá skiparanum - ei heldur um, hvat tað var, sum gekk á hann, tá hann skuldi leggja skipið til bryggju. Nú vóna vit bara, at hann kemur fyri seg aftur, og at alt er í lagi.

Maðurin sigur annars, at seinastu dagarnar, áðrenn Gadus kom heim úr russiska partinum av Barentshavinum, royndu teir í Hopen, teir rópa, sum er ein leið uppi við Svalbard.

- Vit hava eini 640 tons inni, og av hesum fingu vit umleið 70 tons uppi við Svalbard, sigur maðurin, sum siglir við flakatrolaranum, Gadusi.

Myndina hevur Dávur Winther tikið.