Skiparin fer til skips

Tað verður ikki Sámal Joensen, sum skal stýra samanløgdu GÍ/LÍF-skútuni. Hjá honum verður talan ístaðin um kjans við Mærsk-flotanum

Fótbóltur

 

Tað er eingin ivi um, at flestu viðhaldsfólkini hjá nýggja felagnum høvdu vónað, at Sámal Joensen fór at taka eitt tørn afturat á miðvøllinum, nú GÍ og LÍF hava kastað saman.

Sum so var hetta eisini tað, sum var sett í kortið, men umstøðurnar hava kortini gjørt, at felagið nú má klára seg uttan stýrimannin á miðvøllinum.

- Eg hevði boðað frá, at helt eg fram við fótbóltinum, so bleiv hetta í GÍ. Eg eri tó liðugur við útbúgving mína sum skipsførari, og nú havi eg fingið kjans at sigla við Mærsk. Og tað er ein møguleiki, sum eg ikki kann lata frá mær uttan víðari, sigur Sámal.

So ístaðin fyri Formula-bólt við GÍ/LÍF, verður talan nú í mesta lagi um hugnabólt av onkrum slag, tá siglingartíðin lagar tað so, at Sámal er heima til dystir.