Skiparin á Skoraberg, fyrrverandi Fram, hevur fingið 5.000 krónur í bót fyri at hava gloymt at boða frá til Vørn at skipið fór til Klaksvík at landa á Kósini.
Málið var fyri í Føroya rætti í síðstu viku og dómur fall í dag.
Fram, sum trolarin æt tá, og Vestmenningur, vóru komnir aftur av fiskiskapi og lógu á Kósini í Klaksvík, tá Fiskiveiðueftirlitið kom umborð. Skiparin á Fram ger tá sjálvur Fiskiveiðueftirlitið vart við, at teir ikki hava boðað frá landing, men umboðsmaðurin hjá Fiskiveiðueftirlitinum svarar, at nú er ov seint at gera nakað við tað, tí fráboðanarskyldan longu er brotin.
Fráboðanarskyldan ger greitt, hvat ein skal boða frá, nær ein skal boða frá og hvussu ein skal boða frá. Endamálið er, at Fiskiveiðueftirlitið skal hava møguleikan at kanna veiðuna, vørur, kilo, meskar og so framvegis. Við ikki at boða frá, tekur skipið týdningarmesta amboðið hjá Fiskiveiðueftirlitinum frá tí, og tí er tað so týdningarmikið, at fráboðanarskyldan verður hildin, meinti ákærin, og vísti á, at 100.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, at skip er komið í føroyskt sjóøki, og 50.000 krónur verða givnar í bót fyri ikki at boða frá, nær og hvar gørn verða sett. Somu atlit eiga at vera galdandi í hesum málinum, segði ákærin, sum bað um, at skiparin fekk 50.000 krónur í bót.
Verjin hjá skiparanum kravdi harafturímóti skiparan fríkendan. Hann vildi vera við, at munur er á at leggja at landi og at landa. Tí kundi Fram saktans liggja á kósini saman við Vestmenningi, sum landaði, men kortini bíða við at landa sjálvur, inntil hann hevði boðað frá og bíða neyðugu seks tímarnar, um so skuldi vera. Kunngerðin sigur einki um, at fráboðanin um landing skal gevast av feltinum, av ferðini heim, av redini ella við bryggju, bara at boðast skal frá.
Føroya rættur metir tað vera prógvað, at landing av skipunum báðum var byrjað, og tí verður skiparin funnin sekur í at hava brotið fráboðanarskylduna. At sms-skipanin ikki virkaði er ikki nóg góð umbering, alla tað tíð tað er møguligt at boða frá umvegis heimasíðuna hjá Vørn.
Dómarin hevur tó valt eina væl linari revsing enn hana, ákærin ynskti. Dómarin hevur samanborið málið við líknandi mál í Danmark, har skip eisini hava latið vera við at boða frá um landing, og hevur tí ásett revsingina til 5.000 krónur.
Undir rættarfundinum í farnu viku gjørdist greitt, at fleiri líknandi mál liggja og bíða hjá ákæruvaldinum, og tí vildi hon fegin hava ein dóm í hesum málinum, so hon hevði okkurt at samanbera við. Enn er ikki greitt, um ákærdi ella ákæruvaldið kæra dómin.











