Italska løgreglan hevur tikið skiparan á ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum sigldi á land gjáranáttina. Italska tíðindastovan ANSA skrivar, at skiparin, Francesco Schettino, bleiv handtikin, eftir at hann hevði verið til avhoyringar í fleiri tímar í gjár.
Bløðini Corriere Della Serra og La Repubblica skriva, at skiparin er tikin, tí hann er undir illgruna fyri óviljað manndráp og fyri at vera farin av skipinum, meðan nógv ferðafólk framvegis vóru umborð. Ein annar yvirmaður er eisini tikin.
Bjargingarfólk hava funnið trý fólk á lívi umborð á skipinum, sum liggur skerflatt á botni. Myndugleikarnir siga, at 43 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.









