- Vit hava landað skipið í gjár og í nátt, og nú er allur fiskurin komin inn á frystigoymsluna.
Tað segði Eyðstein Sørensen, skipari á Pison við KvF í dag.
Í samrøðuni vísti hann á, at teir brutu einki verkfalsrakt arbeiði, tí landararnir, sum hava landað skipið øll árini, eru ikki undir nøkrum felag, sum hann tók til.
- Teir landaðu skipið, og teir tóku ikki upp nakað verkfalsrakt arbeiði, legði hann dent á.
Skiparin vísti eisini á, at fólk frá arbeiðarafeløgunum vóru á bryggjuni, og sjálvandi høvdu tey sín rætt til tað.
Sum skilst, varð sokallað Shengen-hegn sett upp á bryggjuni, har óviðkomandi ikki skulu koma inn um, og landingin gekk stillisliga fyri seg.
- Liðugt varð at landa klokkan 07 í morgun. Fiskurin eru koyrdur inn á frystigoymsluna, har hann verður liggjandi so leingi, sum verkfall er.
Spurdur, hvussu vorðið var við kuldanum í lastini, nú skipið hevur ligið við bryggju í Klaksvík í nakrar dagar, segði skiparin:
- Fiskurin var nóg kaldur í morgun, og allir prøvar vóru í lagi.
Skiparin var umborð í Pison gjáramorgunin klokkan 05, og tá máldi onkur mátari í lastini 19,5 kuldastig.
- So, her var ikki nógv eftir at geva av, tá kuldin í frystilastini ikki skal fara niður um 18 kuldastig, segði Eyðstein Sørensen við KvF í dag.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/pison-hevur-landad-i-anunum
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/velduga-stor-virdir-kunnu-fara-fyri-skeyti
##med2##












