Skipari: - Skamma teg, Hermann!

- Tað er ikki rætt, at hetta einki gevur til samfelagið. Henda villleiðing má steðga, sigur Fróði Ejdesgaard, skipari á Fiskivarða.

 

 

- Ein ísfiskatúrur er at enda komin, og skipið er liðugt landa. Lastin var full, og 7000 pund vóru á dekkinum. Eitt flott avrik av manningini, sum hendan túrin bert vóru mannfólk.

Tað skrivar Fróði Ejdesgaard á sínari Facebook-síðu seinnapartin í dag. Hann førir lítla línubátin, Fiskivarða, men henda óføra túrin, sum nú er lokin, var hann ikki við sjálvur.

Meðan báturin hevur verið til fiskiskap við Óla Chr. Debes sum skipara og hevur rokfiskað, hevur Fróði Ejdesgaard sjálvur putlast við ymiskt heima.

- Eg eri stoltur av tykkum. Men, sambært Hermanni Oskarssyni, búskaparfrøðingi, gevur hetta einki til samfelagið, tí vit keypa ikki "rættin" til at fiska.

Fróði Ejdesgaard sipar her til tað, sum búskaparfrøðingurin segði í Degi & Viku um dagarnar, har hann vísti á, at tá einki verður goldið fyri veiðirættindini, verður heldur einki til samfelagið.

Men, her er skiparin á Fiskivarða so avgjørt ikki samdur, og hann heldur, at henda villleiðing av búskaparfrøðinginum nú má steðga, sum hann tekur til.

Hann vísir á, at hesin ítøkiligi túrur gevur nakrar daglønir á fiskavirkinum, og hann gevur inntøkur til flutningsbilar, oljufeløg, feløg sum selja proviant, og virksemið krevur línuútgerð og ymiskt annað.

##med2##

- Haraftrat gevur túrurin einar 30.000 krónur í manningarpart. Av teimum 500.000 krónunum, sum lastin varð seld fyri, enda helst í minsta lagi 150.000 til 200.000 krónur hjá tí almenna, sigur skiparin.

Fróði Ejdesgaard spyr tískil, hvat hetta eru fyri vísmenn, sum KvF brúkar, og hann endar við hesum orðum:

-  Skamma teg, Hermann!