Skipari og reiðari ákærdir fyri manndráp

Myndugleikarnir í Zanzibar hava ákært tríggjar menn fyri manndráp í sambandi við vanlukkuna, tá ferjan MV Skagit holvdist í illveðri nærhendis oynni í síðstu viku.

290 ferðafólk fóru umborð á ferjuni á vanlukkuferðini, og tað eydnaðist at bjarga 146 teirra. Myndugleikarnir siga tað vera lítið sannlíkt, at nakar av hinum verður funnin aftur á lívi, og tí er niðurstøðan, at 144 ferðafólk doyðu.

Myndugleikarnir hava nú ákært tríggjar menn, teirra millum skiparan, Mussa Makame Mussa, og reiðaran, Omar Hassan Mkoje, fyri manndráp. Í ákæruni verður víst á, at alt ov mong ferðafólk vóru umborð á ferjuni, og at hesum høvdu teir tríggir menninir ábyrgdina av. Rættarmálið ímóti monnunum byrjar tann 7. august.

Ferjuvanlukkan hevur longu kostað einum ráðharra sessin. Hann valdi at siga seg úr stjórnini.